Vælveruøki
Vælveruøkið hevur somu upplatingartíðir sum svimjihøllin.
Í okkara nýtímans vælveruøki er gosbað, dampbað, sauna og ein heitur hylur. Eisini er uttanduraøki, har tú kanst royna bæði heitan og kaldan hyl í friðarligum umhvørvi og við góðum útsýni.
Vælveruøkið gevur tær møguleika at hvíla bæði likam og sál, og økja orkuna. Her fært tú eina góða uppliving, har vælvera og hugni eru í miðdeplinum.
Børn 2 til 16 ár, hava atgongd til vælveruøkið hesar tíðir, saman við vaksnum:
- Týsdag til fríggjadag frá kl. 10 til 18
- Leygardag, sunnudag og halgidagar frá kl. 8 til 14
Allar aðrar tíðir í vikuni er aldursmarkið í høvuðsheitum 16 ár fyri at fáa atgongd til vælveruøkið.
- Hevur tú hjartasjúku, so sit ikki ov leingi í sauna og gosbaðnum.
- Sval teg javnan.
- Drekk nógv vatn.
- Brúka vit og skil.