
Um svimjihøllina
Í svimjihøllini eru íalt níggju hyljar, trý hitarúm, dampbað og eitt kalt kar. Umframt 50 metrar langhylin hevur høllin vanliga svimjihylin á 25 metrar, kavingarhyl, smábarnahyl, barnahyl, sum eisini verður brúktur til undirvísingarhyl, vatnvenjingarhyl, gosbað, og uttandura eru ein heitur hylur og ein kaldur hylur.
Vatnið í størru hyljunum er 26 stig og í teimum smærru 31-34 stig. Gosbaðið er 39 stig og heiti hylurin uttandura er 38 stig. Í kalda hylinum uttandura og kalda karinum inni, er hitin skiftandi eftir árstíðini.
Skiftingarrúmini eru skipað í konufólka- og mannfólkadeild, sum báðar hava hitarúm.
Í skiftingarrúmunum eru skáp við elektroniskum lási, so møguleiki er at goyma klæðini, meðan tú svimur. Lívbjargarar eru altíð í høllini, tá ið almenn svimjing er. Haraftrat hevur høllin eina kaffistovu, sum er opin tað mesta av degnum.
Svimjihøllin í Gundadali læt upp 18. desembur 1982, og 28. oktobur 2024 bleiv svimjihøllin víðkað við altjóða langhyli og vælveruøki. Við útbyggingini er svimjihøllin vorðin ein fjølbroytt miðstøð fyri rørslu og vælveru. Her eru hentleikar til likamsvenjing, spæl, ítrótt, vælveru og sosiala samveru fyri fólk í øllum aldri. Karmarnir eru tíðarhóskandi, og stuðla undir virksemi hjá bæði úrvalsíðkarum og vanligum borgarum. Sigast kann, at Svimjihøllin í Gundadali nú er eitt svimjistadion á altjóða støði.
Í svimjihøllini eru nú 22 fólk í føstum starvi og 8 fólk í føstum avloysarastarvi.
Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi munandi størri um summarið (650-700 fólk).
Gevið gætur! Havnar Svimjifelag, Parasport Føroyar, Tórshavnar Froskmannafelag, Triatlonfelagið, Kajakkfelagið, skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka eisini høllina.
Skúlar
Vanligar skúladagar í skúlatíðini, og brúka mest barnahylin, eins og geil fimm og seks í 25 metra hylinum, men brúka eisini langhylin og kavingarhylin.
Havnar Svimjifelag
Havnar Svimjifelag brúkar høllina nógv, men venur fyri tað mesta í teimum vestaru geilunum í langylinum, t.e. geilunum fimm til níggju.
| Mánadag | 15:30 – 17:15 | 18:15 – 20:00 | |
| Týsdag | 05:30 – 06:45 | 15:30 – 20:00 | 20:30 – 22:00 |
| Mikudag | 05:30 – 06:45 | 15:30 – 20:00 | |
| Hósdag | 05:30 – 06:45 | 15:30 – 20:00 | 20:30 – 22:00 |
| Fríggjadag | 15:30 – 20:00 | ||
| Leygardag | 07:00 – 09:00 | 17:30 – 22:00 | |
| Sunnudag | 17:30 – 22:00 |