
Svimjing
Svimjing er bæði stuttligt og sera heilsugott. Tað er ein ítróttargrein, ið hóskar seg til øll, óansæð aldur og førleika.
Tað er sunt og gott at svimja, tí vit brúka allan kroppin. Vit spenna, sparka, toga, trýsta og strekkja, alt uttan at overva kroppin. Tí er svimjing eitt gott val, bæði sum ítriv og sum partur av venjing ella endurvenjing. Svimjing styrkir kroppin, betrar um orkuna og kann gera gerandisdagin lættari og trivnaðin størri.
Góð ráð til foreldur, ið vilja, at teirra børn skulu læra at svimja:
Svim ofta við børnunum, meðan tey eru smá.
Lat tey sleppa at spæla og venja seg við at vera í vatni.
Í skúlaaldri fáa børnini frálæru í svimjing. Tí kann tað vera ein stór hjálp hjá foreldrum at ganga til svimjing við børnunum fyri at venja tey við at vera í vatni, meðan tey eru smá.
Øll, sum ynskja at læra at svimja ella gerast tryggari í vatni, kunnu melda seg til rørslusvimjing. Venjingin verður altíð løgd til rættis eftir førleikanum hjá tí einstaka. Vilt tú læra at svimja, kanst tú melda teg í Havnar Svimjifelag (www.hs.fo).
Tey, ið ynskja at royna seg sum úrvalssvimjarar, skulu vera til reiðar at brúka nógv av síni frítíð til venjing. Tað er ein sera orku krevjandi ítróttargrein og verður tað vant meira enn 15 tímar um vikuna umframt styrkivenjingar.
Ráðini til hesar svimjarar eru at eta rættan kost fyri at fáa nóg mikið av orku til ta nógvu venjingina samstundis sum skúlin skal passast.