
Reglugerð og reinføri
Reglugerð
Tað skal vera stuttligt at vera í svimjihøllini, men nakrar reglar eru. Vinarliga les hesar áðrenn farið verður í hylin.
- Svimjitíðin er óavmarkað. 1 tími við bíðirøð.
- Lat teg úr øllum klæðunum og vaska tær væl, áðrenn tú fert í hitarúmið ella í hylin.
- Handklæði skal nýtast at sita á í hitarúminum.
- Børn undir 8 ár hava bara atgongd saman við vaksnum.
- Svimjiklæðini skulu vera rein.
- Tað er bannað at nýta snorkil.
- Tað er bannað at spæla í kavingarhylinum.
- Tað er bannað at skumpa ein annan í hylin, og halda øðrum undir.
- Tað er bannað at svimja ávirkaður.
- Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast.
- Møguligar klagur skulu beinast til leiðsluna.
- Svimjihøllin tekur onga ábyrgd av virðislutum o.ø. hjá vitjandi.
- Børn í skúlaaldri: Dreingir skifta inni í mannfólkarúminum og gentir í konufólkarúminum.
- Blæubørn skulu brúka svimjiklæðir av ávísum slag í svimjihøllini í Gundadali. Neyðugt er við blæu innanfyri svimjiklæðini. Bæði svimjiklæðir og blæur kunnu keypast í svimjihøllini. Sí kostnaðir her
Reinføri
Gott reinføri hevur stóran týdning fyri bæði vatngóðsku og trivnað. Við fáum, men týdningarmiklum vanum kanst tú hjálpa at tryggja, at vatnið framhaldandi er reint, og at gestirnir fáa eina góða uppliving hvørjaferð.
Hvussu kanst tú hjálpa?
- Vaska tær altíð væl um allan kroppin, áðrenn tú letur teg í svimjiklæðini.
- Fert tú upp á vesi, vaska tær so væl, áðrenn tú fert í aftur hylin.
- Far ikki beinleiðis úr hitarúminum í hylin, vaska tær væl fyrst.
Vit hava skelti, ið vísa, hvar tað er serliga umráðandi at vaska sær. Vinarliga fylg teimum vegleiðingunum.
Hvat hendir um tú ikki fylgir hesum?
- Vatngóðskan verður verri.
- Vatnið verður skitið og vamlisligt.
- Meira klor verður brúkt.
Svimjihøllin ger eisini regluligar vatnkanningar fyri at tryggja, at vatnið altíð lýkur góðskukrøvini til svimjihyljar.