
Øll kunnu svimja
Svimjing er ein ítróttur, sum øll kunnu læra og fáa gagn av. Hon er góð venjing, tí hon styrkir allan kroppin, økir úthaldni og betrar heilsuna, uttan at tyngja liðir og vøddar ov nógv. Bara við at røra teg í vatni styrkir tú vøddarnar og stimbrar kroppin.
Tú kanst sjálv/ur leggja svimjingina til rættis, so hon hóskar til tín tørv. Svimjing gevur eisini eina serliga kenslu av frælsi, sum fáar aðrar ítróttargreinar kunnu bjóða.
Elmar Ósá, fyrrverandi elitusvimjari og serlækni í barnasjúkum, lýsir týdningin av at svimja:
- Øll kunnu fáa nógv burturúr av at svimja, bæði trenað og ótrenað.
- Bara við at fara í hylin og halda tær uppi, brennir tú kaloriur.
- Pulsurin hækkar av at svimja, og tað er góð venjing.
- Svimjing er góð motión fyri at mýkja vøddarnar.
- Vilt tú vera væl fyri, men hevur trupulleikar við vanligari rørslu, ganga, renna ella súkkla, er svimjing ein góður valmøguleiki.
- Tú avmarkar overving, og tú venur allar liðir.
- Svimjing linnar gikt.
- So at siga eingin skaði stendst av svimjing.
- Svimjing er góð ráð, vilt tú klænka, lætna.
- Byrjar tú nústani at svimja, so byrja spakuliga.
- Vilt tú læra at svimja, skalt tú melda teg til hjá svimjifeløgunum.
- Svimur tú t.d. í ein hálvan tíma, brennir tú kaloriur, so tað munar.