
Dømir um venjing
At venja svimjing kann vera ymisk frá persóni til persón. Tí er tað týdningarmikið at lurta eftir kroppinum og skipa ferðina eftir egnum tørvi og orku. Her eru nøkur dømi um, hvussu tú kanst leggja tína venjing til rættis.
Konditiónsvenjing
- Svim longri teinar við javnari ferð, ið hóska til tín.
- Svim heldur róligt, enn at gera ov nógv av.
- Enda dagin við róligari svimjing og strekk væl út.
Hørð venjing
Svim 250 til 500 m., so tú gerst heit/ur (Upphiting)
Venjingarseria
- Svim 6 ferðir 50 m. skjótt, hvíl 20-30 sek. ímillum hvørja ferð, síðani 50 m. róligt.
- Svim 6 ferðir 50 m. annað hvørt skjóta og róliga svimjing, hvíl 30 sek. ímillum hvørja ferð, síðani 50 m. róligt.
- Svim 4 ferðir 25 m. alt tú klárar, hvíl 60 sek. ímillum hvørja ferð, síðani 150 m. róligt. Strekk væl út.